Aftur í ár bjóðaði Drotning Margrethu barnagarður foreldrum, ommum og abbum til listaframsýning í Varpinum 🤩🐦⬛
Til bar at keypa málningar og ymiskt, sum børnini hava tilevnað, og í ár fer peningurin til Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum 💕
OPIN PALLUR fyri børn #7
Sjónleikur, sangur, klaver- guitar- blokkfloytu- og violinspæl, og so krønikur! Túsund takk fyri framførslurnar 🤩
Vit síggjast aftur til opnan pall í juli 🎭🎶🕺🥁🤹♂️
Føroyski pianisturin Aksel Remmel og kanadiski selloleikarin Félix Nunes koma til Klaksvíkar at spæla spennandi og vakran tónleik fyri sello og klaver 🎶
#virkiðvár
ESPEN BERG TRIO
Sunnudagin 12. apríl kl. 16 verður jazztónleikur í Varpinum 🎶
Teir hava ferðast runt í Evropa, Japan, Kina og India, spælt útseldar konsertir á Ronnie Scott’s í London, konserthølum í Tokyo, Guangzhou og Athen, og hava verið lýst av bretska Jazz Journal sum “ein av bestu triounum, sum eru til í dag”.
Espen Berg – klaver Bárður Reinert Poulsen – bass Simon Olderskog Albertsen – trummur